Bilur endaði á takinum í Søldarfirði

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í gjárkvøldið klokkan 18.20 varð boðað frá einum ferðsluóhappi í Søldarfirði, har ein bilur endaði á takinum.

Tvey fólk vóru í bilinum. Løgreglan sigur, at tey bara fingið nakrar snuddir, og vórðu send til kanningar á Landssjúkrahúsið. Bilurin fekk álvarsligan skaða.

Orsøkin til óhappið er ikki greitt. Bilurin fór í mótkoyrandi vegbreytina, rakti ein grótgarð, fór tvørturum eina innkoyring og rakti síðani ein annan grótgarð.

Vaktleiðarin sigur, at førarin var edrúur og sá heldur ikki út til at hava koyrt ov skjótt.