Ein bilur koyrdi inn í fólkamongdina, sum var komin saman í Liverpool til meistarahátíðarhaldið hjá fótbóltsfelagnum Liverpool FC, nú teir eru vorðnir enskir meistarar. Tað skrivar BBC.
Sigursbusstúrurin var júst komin at enda, tá ein myrkur bilur koyrdi inn í fjøldina. Fólk vórðu rakt av bilinum, og myndir frá staðnum vísa at stór løgreglulið og sjúkrabilar vóru á staðnum.
Vitni siga, at bilurin koyrdi á fólk, áðrenn hann steðgaði og varð umringaður av fólki og løgregluni. Sambært løgregluni í Liverpool er bilførarin handtikin. Talan eru um ein 53 ára gamla hvítan mann úr Liverpooløkinum.
Hendingini fór fram á Water Street stutt eftir klokkan 18.00, beint eftir at Liverpool FC hevði hátíðarhildið sítt meistaraheitið í Premier League. Túsundtals fjepparar vóru savnaðir í býnum, tá ið bussurin við leikarum og venjarum koyrdi gjøgnum býin.
Løgreglan hevur avbyrgt eitt stórt øki í miðbýnum. Enn er ógreitt, hvussu nógv fólk eru skadd ella um nakar hevur latið lív. Men á staðnum var røringur í, og vitni siga, at fleiri fólk grótu og vóru sjokkeraði. Skrivar BBC.