Ein lítil ferðsluóhapp var fyrrapartin í Eysturoyartunlinum.
Ein bilur rendi á eitt skelti við rundkoyringina, men sambært løgregluni var ongin álvarsligur skaði.
Fráboðanin kom til politistøðina klokkan 10.43, og tá ið slíkt hendir, verður ferðslan beinanvegin stongd, so løgreglan kann koma á staðið.
Ferðslan var stongd í umleið 12 minuttir, og ferðslan er komin aftur í rættlag.
Mynd: portal.fo