Spanska løgreglan boðar frá, at arbeitt verður við einum ástøði um, at bilurin hjá Diogo Jota og bróður hansara, André Silva, punkteraði í eini yvirháling.
Tað kann hava havt við sær, at bilurin rendi út av vegnum og eldur kom í hann. Báðir lótu lív í vanlukkuni, sum hendi í kommununi Cernadilla, í Zamora, Spania, klokkan 00.30, hósnáttina.
Brøðurnir koyrdu í einum Lamborghini, og spanska løgreglan váttar, at báðir vóru deyðir, tá ið hjálparfólk komu á staðið.
Diogo Jota, sum spældi við Liverpool og portugisiska landsliðnum, var júst giftur Rute Cardoso. Tey eiga trý børn. Bróðurin André spældi við Penafiel í portugisisku 2. deild.
Liðskiparin hjá Portugal Cristiano Ronaldo skrivar soleiðis:
– Vit vóru júst saman á landsliðnum, og tú hevði júst gift teg. Hvíl í friði, Diogo og André.
UEFA hevur boðað frá, at tað verður ein minuttur í tøgn undan øllum dystunum í EM fyri kvinnur.
Í Liverpool er alt samfelagið er í sorg, og fólk viðhaldsfólk savnast uttanfyri leikvøllin Anfield at minnast Diogo Jota.
Fyrrverandi venjarin hjá Liverpool Jürgen Klopp skrivar:
– Diogo var ikki bert ein fantastiskur spælari, men eisini ein góður vinur, ein kærleiksfullur og umsorganarfullur maður og pápi. Vit fara at sakna hann ómetaliga nógv.
Feløg í Premier League og fótbóltsprofilar um allan heim syrgja eisini brøðurnar
Portugisiska fótbóltssambandið skrivar:
– Vit hava mist tveir meistarar. Diogo og André Silvas deyði eru óbøtileg tap.