Birita Ryan úr KÍ, og Atli Gregersen úr Víkingi eru ársins verjuleikarar í Betrideildunum.
Birita Ryan úr KÍ gjørdist ársins verjuleikari hjá kvinnum. 21 ára gamla Birita Ryan hevði eitt sera gott kappingarár í miðverjuni hjá KÍ, sum bara lat ellivu mál inn í FM-bólkinum.
Evy Toftegaard Nielsen handaði Biritu Ryan steyp, sum Niels L. Arge hevur latið.
Ársins verjuleikari – menn
Ársins verjuleikari hjá monnum gjørdist eingin minni enn Atli Gregersen, liðformaður hjá Víkingi, sum í løtuni eisini hjálparvenjari hjá landsliðnum.
42 ára gamli Atli Gregersen fær tað at síggja lætt út at spæla fótbólt, og í ár hevur hann úr miðverjuni stýrt Víkingi til føroyameistaraheitið. Tað gjørdi hann so mikið væl, at hann nú er valdur til ársins verjuleikara.
Atli Gregersen fekk steyp, sum JP Byggivirki hevur latið. Andreas Dam Poulsen handaði steypið.