AB, sum spælir í 1. deild, boðar í dag frá einari rættiliga óvæntaðari leikaraflyting. Talan eru Bjarka Nielsen, sum hevur gjørt tvey ára sáttmála við barndómsfelagið AB, eftir at hann hevur spælt við B36 fýra kappingarár.
Bjarki Nielsen var í 2023 ársins spælari í B36, men hansara leiklutur í árstalsfelagnum var minni í ár, og serliga móti endanum av kappingarárinum. Hann var tó á vøllinum í 26 dystum, átta av teimum var hann skiftur inn.
Bjarki Nielsen fekk sítt gjøgnumbrot á besta liðnum hjá AB í 2017, tá hann hetta árið gjørdist toppskjútti í 1. deild við 19 málum. Hann gjørdist árini eftir ein rættiliga eyðsýndur leikari og skoraði 39 mál í 122 dystum, áðrenn hann skifti til B36 í 2021.
Hagtalskelda: FaroeSoccer