Bjarki Nielsen: – AB er langt frá tryggjað í deildini
23.08.2026Aftaná 0-2 (0-0) tapið hjá AB fyri EB/Streymi við Margáir í Streymnesi fekk Trygvi Absalonsen orðið á ein vónbrotnan liðskipara hjá AB, Bjarka Nielsen. Bjarki heldur, at AB møtti ikki upp í dag, og avrikið var langt undir støði. AB hevur 23 stig, men Bjarki Nielsen slær fast, at teir í AB eru langt frá tryggjaðir.