Liðskiparin hjá AB: – Tað hevur ikki koppað okkara veg síðani summarsteðgin
25.10.2026AB misti aftur eitt gott úrslit móti dystarenda í dag. AB hevði 1-0 leiðsluna móti Skála ÍF í 82 minuttir, men móti dystarenda javnaði Skála ÍF til 1-1. Í samrøðu við Trygva Absalonsen staðfesti liðskiparin hjá AB, Bjarki Nielsen, at tað hevur ikki koppað teirra veg síðani summarsteðgin, og nú standa teir við einari niðurflytingarfinalu móti 07 Vestur inni í Vika komandi leygardag.