Bjarti Vitalis Mørk: – HB var langt undir støðið í dag
11.10.2026Aftaná 0-3 tapið fyri KÍ á Tórsvølli fekk Trygvi Absalonsen orðið á HB-málverjan, Bjarta Vitalis Mørk, ið fekk reyða kortið móti dystarenda fyri m.ø. kjaftasliti. Bjarti heldur, at HB var undir støði í dag, og tað er eitt stórt vónbrot fyri hann og liðfelagarnar. Nú ræður um hjá HB at halda seg frammanfyri B36, og harvið tryggja sær evropeiska luttøku komandi ár.