Bjóða nýggja ítróttagrein fram í Føroyum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í næstum sær ein nýggj ítróttagrein dagsins ljós í Føroyum. Talan er um barnavenjingar í Brasilskt Jiu-Jitsu.

Felagið Hvitravnur BJJ sigur í tíðindaskrivi, at felagið í septembur fer at bjóða venjingar til børn frá 5 til 12 ár. Hetta er eitt nýtt stig fyri føroyskan ítrótt, sum gevur børnum møguleika at menna seg bæði kropsliga og sosialt.

Ítrótturin rúmar øllum, stendur í tíðindaskrivinum. Børnini venja saman í pørum, og venjingin byggir á spælandi rørslur. Tey rulla, hoppa, strekkja seg og halda javnvág. Tað styrkir bæði smáar og stórar vøddabólkar og betrar um kropsfatan og koordinatión.

Samstundis læra børnini at lurta, halda fokus og vísa disiplin.

– Hetta kann eisini gagna teimum í skúlanum og í gerandisdegnum, verður sagt.

Í BJJ verður eisini stórur dentur lagdur á virðing og felagsskap. Børnini gleðast um framstigini hjá øðrum eins nógv sum hjá sær sjálvum.

Venjingin byrjar í Høllini á Hálsi í septembur, og plássini eru avmarkað. Foreldur kunnu melda børnini til á hvitravnur.fo.