Tú lurtar eftir

Bjørn hevur fingið heiður fyri “dirvi í bardaga”

27.06.2024

Tað eru 853 dagar síðan, at Russland tann 24. februar í 2022 gjørdi innrás í Ukraina. Bjørn Kallsoy, sum hevur fingið eyknevnið “Viking” av sínari herdeild í Ukraina, hevur verið heilt úti í frontinum í Ukraina nærhendis ukrainska býin, Sloviansk, og hevur eisini merkt kríggið upp á egnan kropp. Nú er hann aftur í Føroyum, men hóast tað, so hevur hann javnan samband við sína herdeild, sum hann var partur av í Ukraina, og í síðstu viku fekk hann ein pakka sendandi. Pakkin var ikki frá sínari herdeild, men frá ukrainska hernaðarráðnum, sum hevur givið Bjørn Kallsoy ein heiður fyri “dirvi í bardaga”. – Eg mátti skriva til mína herdeild í Ukraina, hvat hendan medaljan er fyri, og svarið eg fekk var iorn cross (award for personal bravery in combat actions), sigur Bjørn Kallsoy. (Greinin heldur fram undir myndini) Umframt hesa fjórðu medaljuna, so hevur Bjørn fingið tríggjar aðrar medaljur, fyri sín innsats í Ukraina; eina fyri at fremja bragd, eina fyri drúgva tænastu og eina fyri at koma aftur í hertænastu, eftir at hava verið særdur. Júst nú er Bjørn Kallsoy í Føroyum, men í sendingini á FM1, Á Sýnini, greiddi hann frá, at hann fer aftur til Ukraina at hjálpa til. – Um tað ikki verður á frontinum, so verður tað at hjálpa upp á onkran máta, tí tað er stórur tørvur á hjálp í Ukraina. Eg arbeiddi eitt sindur sum verkfrøðingur seinasta tíðina, eg var har, men tað er millum annað eisini tørvur á sjúkrarøktarfrøðingum í landinum. Ein kann hjálpa í Ukraina upp á ymiskan hátt, sigur Bjørn Kallsoy. Til ber at hoyra Bjørn Kallsoy greiða frá sínum hendingum í Ukraina her. Hinar tríggjar medaljurnar, ið Bjørn Kallsoy hevur fingið fyri sína hertænastu í Ukraina; eina fyri at fremja bragd, eina fyri drúgva tænastu og eina fyri at koma aftur í hertænastu, eftir at hava verið særdur

{{ currentTimeFormatted }} / {{ durationFormatted }}

Á Synini (ljóð)

Allar sendingar í røðini
Heini Hátún: Gongst sum ætlað so letur nýggja sjósavnið upp í 2028

Á heysti í fjør frættist, at fyrireikingar til at byggja nýtt sjósavn á Argjum vóru byrjaðar. Sjósavnið skal b…

03.07.2024
Á Sýnini – Gestir hesaferð eru Gunnar Nielsen, stjóri hjá Effo, Ingilín Strøm og Heini Hátún.

Gunnar Nielsen, stjóri Effo Tosa var um Eysturlund-ætlanina og vita hvussu langt hon er komin. Gunnar Nielsen …

03.07.2024
Á Sýnini nr 8: Øll sendingin við Kára Johansen og Dan Brimsvík

Øll sendingin við Kára Johansen og Dan Brimsvík Kári Johansen Samrøðan við Kára Johansen

26.06.2024
Á Sýnini nr 7 – Gestir hesaferð: Jóhannes Jensen frá Gist & Vist, Bergur Djurhuus Hansen, dekanur og Solby, oyggjaleika samkipari

Gestir: Jóhannes Jensen Gist & Vist Bergur Djurhuus Hansen Dekanur Solby Christiansdóttir Oyggjaleika sams…

20.06.2024
Á Sýnuni

Øll sendingin 5G farneti Hopp EL-Rennufjøl Fólkatalið, fráflyting og tilflyting

12.06.2024
Intra-beiggjarnir: – Vit hava nokkso torført við at fáa armarnar niður í løtuni

– Vit hava fokus á danska marknaðin í eitt hálvt til eitt ár afturat, og fara so at hyggja eftir øðrum marknað…

05.06.2024
Á Sýnini: Nýggjur formaður í búðskaparáðnum

Johnny í Grótinum

05.06.2024
Kunnaðu um útbúgvingar á Glasi

Skúlaárið 2024-2025 verður slóðbrótandi fyri Hægri Nám á Glasi, tí tá fer skúlin eisni at bjóða út professións…

30.05.2024
Á Sýnuni nr 4
29.05.2024
Á Sýnuni – Samrøða við Bjarna Nattestad løgreglumann um píkadekk nú 15. mai er í hondum

Píkadekkini skulu av í dag, 15. mai. Í sendingini Á Sýnuni skifti Árni Gregersen orð við Bjarna Nattestad, løg…

15.05.2024
Á Sýnini – nýggj sending á FM1.

Tríggir gestir vitjaðu "Á Sýnini" í dag, sum er nýggj sending á FM1. Tríggir gestir vitjaðu "Á Sýnini" í dag, …

08.05.2024
Dekanur: Vit hava nógvar longri og miðallangar útbúgvingar í Føroyum

Hetta er tíðin, tá ungdómar skulu avgera, hvørt tey vilja fara á miðnám ella aðrar leiðir, og so eru tað eisin…

08.05.2024
Norðurlendsk skótaráðstevna í Føroyum um vikuskifti

Føroya Skótaráð hevur síðan 2022 havt formansskapin fyri norðurlendska skótasamstarvinum, og nú formansskapuri…

08.05.2024