

Blaðungi Jónas Fossábrúgv: – Eg fekk at vita fyrradagin at eg skuldi vera við í finaluni
21.02.2026Hoyr stuttu samrøðurnar Pætur Nolsøe gjørdi á FM1 við blaðunga H71-leikaran, Jónas Fossábrúgv, ið slapp á vøllin seinastu løtuna, og samrøðuna Pætur gjørdi við toppskjúttan hjá H71, Høgna Heinason sum skoraði 10 mál í 37-28 finalusigrinum á Kyndli. Jónas fekk at vita fyrradagin, at hann skuldi vera við í hópinum til steypafinaluna. Dugnaligi Høgni Heinason vildi ikki seta orð á um eitt uttanlandsævintýr í nærmastu framtíð. Skíggjamynd: KVF.














