Blokada á Sundi

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Millum 50 og 70 fólk eru í kvøld savnaði við inngongdina til asfaltverkið á Sundi.

Talan eru um verkfalsvaktir frá teimum fakfeløgunum, sum eru í verkfalli.

Feløgini høvdu fingið eit tipp um, at ætlanin var at koyra asfalt út í kvøld og í nátt, men hesum vildu tey forða fyri.

Meðani vit vóru á staðnum var ongin aktivitetur á verkinum og alt var tí friðarligt á Sundi