Blokada uttanfyri J & K Petersen og Articon

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Í morgun varð sent boð eftir løgregluni, tí verkfalsfólk vóru inni á økinum hjá J & K Petersen og Articon á Sandvíkarhjalla.

Løgreglan bað fólkini fara av økinum, men blandar seg annars ikki viðvíkjandi blokaduna uttanfyri hesi bæði arbeiðspláss í morgun.

Verkfalsfólkini fingu bert at vita, at tey ikki skulu taka seg inn á privat øki.