,

Bogaskjúttarnir vunnu eitt gull og trý silvur í dag

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Nikkel Petersen vann ein spennandi finalu í compound-bogaskjóting móti vinmanninum og liðfelaganum Jóannesi Poulsen. Tað gjørdist ein veruligur gýsari, har bert eitt stig var á muni 142-141 til Nikkel Petersen. Hetta var hansara triðja gull á leikunum.

Í áttandapartsfinaluni gjørdi Nikkel eisini bart og setti nýtt oyggjaleikamet við 146 av 150 møguligum stigum. Tó eigur Jóannes Poulsen framvegis føroyska metið upp á 148.

Føroyskir luttakarar vóru eisini í finalunum hjá kvinnum í recurve og compound hjá monnum.

Har gekk ikki eins væl. Hans Petur Højgaard tapti í compound greitt 6-2 fyri einum mótstøðumanni úr Falklandsoyggjunum. Og Anja Eydnudal mátti í recurve lúta fyri Zoe Gray úr Guernsey, sum vann við úrslitinum 137-132.