Hóskvøldið fer tann ungi danski rithøvundurin Emma Holten at tosa um sína bók ‘Underskud’ á almennum kjakfundi í Reinsarínum í Havn. Bókin hevur “elvt til orðaskifti um umsorgan, búskap, løn og javnstøðu,” segði Javnaðarflokkurin í tíðindaskrivi.
Lagt verður fyri við trimum stuttum framløgum um føroysk viðurskifti:
• Barbara Gaardlykke Apol, búskaparfrøðingur, um ‘búskaparliga ójavnan millum kyn og foreldur’;
• Brandur Mortensen Nolsøe, samskipari í Javnstøðunevndini, um ‘triðju vaktina’; og
• Niels Uni Dam, formaður í Demokratia, um ‘javnstøðuviðurskifti úr stóru kommunukanningini’.
Aftaná kemur Emma Holten á pallin og fer eisini at svara spurningum úr salinum, upplýsa fyrireikararnir.
“Vit fara at skifta orð um ójavna og virðini sum kvinnur fyri stóran part skapa men sum ikki telja við tá búskaparfrøðingar gera virðini upp,” viðmerktu fyrireikarnir víðari.
33 ára gamla Emma Holten er útbúgvin cand.mag. í modernaðari mentan. Fyrilestrarhaldari og feministiskur aktivistur. ‘Underskud’ er hennara fyrsta bókaútgáva, ein bestseljari í Danmark. “Hugvekjandi bókin flytur ósjónligu virðini í okkara samfelag fram í ljósmála, og bókin hevur av tí sama eisini provokerað og elvt til hvast orðaskiftið um umsorgan, búskap, løn og javnstøðu,” varð sagt.