Avlopið hjá Borg-samtakinum var 6,4 milliónir í fjør, umleið tað sama sum árið fyri. Tað skrivar Portalurin.
2024 rakstrarroknskapurin var at kallað meinlíkur við tann í 2023, tá ið talan er um bruttovinning og ársúrslit.
Ársúrslitið var bert 100.000 krónur lægri enn í 2023, sum tó serliga var orsakað av øktum fíggjarligum inntøkum.
Borg er næststørsti timburhandil og byggibúð í Føroyum, og hevur timburhandlar og byggibúðir í Runavík, Klaksvík og á Hálsi Havn.
Í løtuni byggir Borg ein nýggjan og stóran timburhandil og byggibúð á nýggja havnaøkinum á Glyvrum.
Verandi bygningar við Fjøruvegin í Runavík eru seldir til SMS-samtakið, har Bónus og Mylnan eftir størri umbygging skulu húsast framyvir.