,

Borgarfundur um umhvørvispolitikk í Havn í Perluni í kvøld

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Tórshavnar kommuna skipar í kvøld klokkan 19.00 fyri borgarafundi um umhvørvispolitikk í Perluni.

Endamálið við fundinum er at hoyra, hvat borgararnir í Tórshavnar kommunu halda vera týdningarmikið at fáa við í ein umhvørvispolitikk.

Fundurin hevur til endamáls at kjakast um, hvussu vit kunnu minka CO2-útlátið og tryggja, at djór, plantur og menniskju trívast betur.

Spurningarnir eru hvørji átøk skulu til fyri at tryggja eitt betri umhvørvi? Hvat kunnu vit sjálvi gera, og hvør er uppgávan hjá kommununi? Hvussu kann Tórshavnar kommuna gerast millum grønastu kommunur í Norðurlondum? Hvar liggja møguleikarnir, og hvar eru avbjóðingarnar?

Ein arbeiðsbólkur hevur arbeitt við at orða umhvørvispolitikkin, og ætlanin er, at arbeiðið skal vera liðugt í heyst.

Borgarstjórin, Elsa Berg, bjóðar vælkomin, og umboð fyri arbeiðsbólkin greiðir frá arbeiðinum. Orðið verður frítt, og Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í Náttúru- og umhvørvisnevndini, fer at greiða frá komandi ætlanunum fyri eitt reinari og grønari Tórshavn.