Borgarstjórar høvdu gott val

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Á kommunuvalinum í gjár vóru 29 bý- og bygdaráð vald um landið. Skal nøkur yvirskrift setast á valið, so er tað, at borgarstjórarnir í flestu kommunum høvdu eitt gott val.

Í landsins næststørstu kommuna, Klaksvík, fekk borgarstjórin Karl Johansen úr Sambandsflokkinum 355 atkvøður samanborið í 230 seinasta kommunuval. Fólkaflokkurin fekk flestar atkvøður í Klaksvík og fimm fólk í býráðið. Tað er akkurát ikki nóg mikið til reinan meiriluta, og í gjárkvøldið fóru allir hinir listarnir í Klaksvík saman at samráðast um nýggja býráðssamgongu. Karl Johansen lat í sjónvarpinum ongan iva vera um, at hann fór eftir borgarstjórasessinum.

Eisini í fleiri av hinum stóru kommununum høvdu borgarstjórarnir eitt gott kommunuval.

Í Runavík fekk Torbjørn Jacobsen greitt flestar atkvøður á lista A, sum fekk átta av ellivu býráðslimum.

Per Martin Gregersen borgarstjóri í Eysturkommuni hevði eisini eitt rimmar val. Hann fekk 236 atkvøður á Borgaralistanum, sum hevur greiðan meiriluta í Eysturkommunu við seks av níggju býráðslimum.

Eisini høvdu borgarstjórarnir, Bjarni Prior í Vága kommunu, Kristin Michelsen í Tvøroyar kommunu, Súni í Hjøllum í Nes kommunu og Eyð Ellingsgaard í Sørvágs kommunu sera gott val, og tey verða helst borgarstjórar fýra ár afturat.

Í øðrum av stóru kommunum er størri møguleiki fyri nýggjum borgarstjóra. Eystein Zachariasen fekk flestar atvøður í Sunda kommunu, og er gott boð upp á nýggjan borgarstjóra.

Í Fuglafirði hevði Ólavur Larsen eitt sera gott val á lista Á, sum varð størsti listi í Fuglafirði. Kortini er góður møguleki fyri, at verandi borgarstjóri, Dávur Juul, heldur fram. Verandi meiriluti, listi B og listi F, hevur framvegis meiriluta í Fuglafirði.

Í Vágs kommunu fekk Tjóðveldi flest fólk í býráðið, men kortini ikki reinan meiriluta. Á hinum stóra listanum, Javnaðarflokkinum, fekk Levi Mørk fleiri atkvøður enn Bjarni Johansen verandi borgarstjóri.

Í Vestmanna var bara ein listi, og Sára Jógvansdóttir fekk flestar atkvøður og er besta boðið upp á nýggjan borgarstjóra.

Í Sjóvar kommunu fekk Hans Anders Jacobsen fleiri atkvøður enn sitandi borgarstjóri, Arthur Johansen. Teir eru á sama lista, sum eisni gjørdist tann størsti í kommununi.