Hóast Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, ynskti at fáa ein hóp av vegum í Havn asfalteraðar áðrenn ólavsøku, so verða tað bert tríggir vegir, ið fáa eitt ólavsøku face-lift á hesum sinni.
Heðin Mortensen hevði sett fram ynski um, at 14 vórðu asfalteraðir áðrenn ólavsøku, men umsitingin hjá Tórshavnar kommunu hevur víst á, fleiri av hesum vegunum skulu asfalterast seinni í samband við annað arbeiði, so sum graviarbeiði hjá NET og kloakering.
Umsitingin metir, at samlaði kostnaðurin fyri at asfaltera allar 14 vegirnar, sum borgarstjórin vil hava asfalteraðar, liggur um fýra milliónir krónur.
Umsitingin heldur kortini, at tað er skynsamt fíggjarliga at asfaltera á Sverrisgøtu, niðara parti av Tórsgøtu, og – um fíggingin røkkur – Vaglið fram við nýggju tilgjørdu ánni oman á Havnará.
Tórshavnar býráð samtykti hesar asfalteringarnar í gjár, og mettur kostnaður verður ein millión krónur.
Vegirnir, ið borgarstjórin upprunaliga vildi hava asfalteraðar, eru hesir:
Skiparagøta
Sigmundargøta
Skálatrøð
Grím Kambans gøta
Tórsgøta
Bryggjubakki
Mylnugøta
Sverrisgøta
Niels Finsens gøta
Áarvegur
Bøkjarabrekka
Húsabrúgv
Bringsnagøta
Bøgøta