Minst 6 sera ung børn vóru stungin í eini park nærhendis Lake Annecy í landsynningspartinum avFraklandi sigur innaríkismálaraðharrin.
Poiltiið hevur handtikið álopsmannin sigur Gérald Darmanin.
Keldur siga at børnini vóru um 3 ára aldur og minst 2 av teimum vóru illa løstaði.
Vegir kring álopsstaðið eru stongdir. Franski forsetisráðharrin, Élisabeth Borne, er ávegis til gerningsstaðið.
uppdatering:
Eisini vaksin vóru stungin og í løtuni siga keldur at 3 børn eru álvarsliga løstaði
Maðurin, sum framdi álopið, sigst vera úr Sýria og hevur bíðað eftir politiskum friðskjóli.
(kelda: BBC)