, ,

Brandur: – Eg havi saknað at spælt fótbólt

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Kanska mest gleðiligu tíðindini á tíðindafundinum tann 5. juni, tá Håkan Ericson kunngjørdi landsliðshópin móti Kekkia og Albania var, at Brandur Hendriksson Olsen nú er tøkur fyri landsliðið aftur, eftir at hann hevur verið úti við liðbandsskaða í útvið eitt ár. Seinasti landsdystur, ið hann spældi var ímóti Ísrael á útivølli í november í 2021.

– Tað er stórt at vera við aftur á landsliðnum, eftir at havt verið úti við skaða í so langa tíð, sigur Brandur Hendriksson Olsen, sum er glaður fyri at vera aftur á vøllinum og aftur við landsliðnum. Hann sigur seg enn mangla eitt sindur av dystarvenjing, men er til reiðar at gera sítt til, at landsliðið fær eitt gott úrslit móti Kekkia og Albania, fær hann álitið frá landsliðsvenjaranum.

Hoyr her samrøðu við Brand, sum varð gjørd í góðveðrinum á Tórsvølli:

Landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, sigur í samrøðu við FM1, at vit kunnu ikki vænta okkum, at Brandur fer at byrja inni í dystunum móti Kekkia og Albania, men at hann kemur at hava ein leiklut, tað er einki at ivast í.