Betrideildin Menn:
NSÍ – B36 4 -3 (0-1)
Fyri fyrstu ferð nakrantíð spældi føroya besti fótbóltsleikari, seinastu tíggju árini, Brandur Hendriksson Olsen, vaksnamannafótbólt í føroysku landskappingini, og tað gjørdi hann við manér.
3-3 stóð á máltalvuni, og Brandur Hendriksson Olsen sendi eitt fríspark úr góðari støðu upp í málhornið, og við Løkin vóru heimaleikarar og viðhaldsfólk í ekstasu.
Hetta var endin á einum sera undirhaldandi dysti millum NSÍ og B36, har tað leingi sá út til, at B36 fór at draga longra stráðið.
B36 vóru klárir
B36 byrjaði kappingarárið beinanvegin, og longu í fyrsti minutti, var Filip Djordjevic heldur óneyðuga feldur, tá ið hann rak frá málinum inni í brotsteiginum. Bogi Reinert Petersen setti brotssparkið í málið.
Málið hevði stóra ávirkan á dystin, og tá ið NSÍ hevði rist skelkin av sær, tóku teir spakuliga yvir dystin, og høvdu bóltin meginpartin av fyrra hálvleiki.
Hjá B36 kom tað illa við, at Mattias Hellisdal mátta av vølli við skaða, tí hann hevði verið sjónligur og bólttryggur.
Brandur Olsen var ikki beinleiðis sjónligur í fyrra hávleiki, og B36 megnaði at halda honum frá at hava stórvegis ávirkan á dystin.
Í staðin var tað Emil Weihe Joensen, sum er vaksin upp í B36, sum var tann bólttryggi á miðvøllinum hjá NSÍ, men tað var kortini ikki nógv samanhangarndi spæl at síggja í fyrra hálvleiki, og helst er bóltførleikin ikki ordiliga brýndur so tíðliga í kappingini.
NSÍ kom tó í nakrar vandamiklar støður, sum fyri tað mesta komu eftir uppspæl í høgru síðu, har Jasper van der Heyden var ein støðug hóttan. Inni fyri málinum var tað Klæmint Olsen, sum kom á flestu bóltarnar, men tað nærmasta fyri steðgin var ein skallari, sum fór upp um málið.
B36 hevði ein hampuliga løtu fyrst í seinna hálvleiki. Men so tók NSÍ veruliga yvir.
Spælið hjá NSÍ var nú tolnari og betri bygt upp frá grundini longri afturi á vøllinum. Tað eydnaðist eisini Klæmint Olsen í dysti nummar 400 fyri NSÍ at javna eftir upplegg frá Brandi Olsen.
Gleðin var kortini stokkut, tí beinanvegin legði Jógvan Kárason Gullfoss B36 fram um aftur, eftir at Jann Benjaminsen, royndi at reka úr verjuni hjá NSÍ og misti bóltin. Og bara tríggjar minuttir seinni sá út til at Bogi Reinert Petersen hevði avgjørt dystin, tá ið hann gjørdi tað til 3-1, tá ið bólturin var sendur inn fyri málið aftur, eftir eitt hornaspark.
Beinir Nolsøe gjørdi veruliga mun
NSÍ gjørdi nú tvær útskiftingar. Emil Weihe Joensen og Steffan Løkin fóru út og inn komu Aron Knudsen og Beinir Nolsøe.
Serliga Beinir Nolsøe, sum hevði eitt gott kappingarár í fjør, gjørdi veruliga mun. Tað var ein fragd at síggja hendan bóltrygga og dynamiska leikaran flyta seg skjótt fram eftir vøllinum við bóltinum, og eisini dugdi hann væl at vera við í smáspælinum allastaðni á vøllinum.
Við Beinari Nolsøe sum snúningspuntkti kom upp aftur meir bit í álopspælið hjá NSÍ, og framhaldandi var Jesper van der Heyden ein støðug hóttan í høgru síðu, har B36 ongantíð gjøgnum allan dystin fekk steðga honum.
Trystið gjørdist ov stórt fyri B36, og eftir júst eitt upplegg frá Jesper van der Heyden minkaði Klæmint Olsen til 3-2.
Løtu seinni peikaði dómarin á brotssparksblettin, eftir eitt hornaspark hjá NSÍ. Torført var at síggja, hvat hendi, men Eli Falkvard Nielsen fekk gult kort, og Petur Knudsen javnaði til 3-3 fyri NSÍ.
Enn vóru átta minuttir eftir, og fimm minuttir inni í longdu leiktíðina, stóð tað skriva í manuskriptið, at Brandur Olsen skuldi avgera dystin, og tað gjørdi hann.
Ein frálíkur dystur fekk sostatt ein ævintýrkendan enda, og NSÍ vísti, at teir ætla sær heilt upp í oddin í ár. Næsta sunnudag spæla teir í Gøtu móti føroyameistarunum Víkingi, sum óvæntað spæliu javnt móti TB, og tá fáa vit veruliga at síggja, hvør dugur er í NSÍ.
B36 hevur eisini sera truplan dyst í øðrum umfarið, tá ið KÍ kemur á vitjan í Gundadali.
Á myndini niðanfyri avger Brandur Olsen dystin við frísparki

