Føroyski landsliðsleikarin, Brandur Hendriksson Olsen, heldur ikki fram í norska felagnum Fredrikstad eftir hetta kappingarárið. Tað boðar felagið frá á heimasíðuni í dag.
Brandur Hendriksson Olsen hevur sáttmála við Fredrikstad FK árið út, men sáttmálin verður ikki longdur.
Við heimasíðuna hjá Fredrikstad, sigur Brandur Hendriksson Olsen soleiðis:
– Eg kom higar skaddur og eri sera takksamur fyri, at felagið hevur hjálpt mær aftur frá einum drúgvum skaða. Eg eri eisini vorðin sera góður við býin og liðið. Tað eru nakrir liðfelagar, sum hava verið stuttligir at vera saman við, og tað hevur eisini gingið sera væl ítróttarliga.
– Vit fluttu upp í bestu deildina, hava klárað okkum væl har, og so komu vit í steypafinaluna. Felagið hevur klárað seg sera væl, meðan eg havi verið her. Tað verður sjálvandi sorgblítt at fara frá felagnum, men tað er ein partur av tí, og eg havi góð minni herfrá.
– Tá vit tryggjaðu uppflytingina í fjør móti Åsane, er sjálvandi eitt gott minni. Og so hava allir steypakappingardystirnir verið serligir, heilt frá fyrsta umfari til hálvfinaluna. So tað verður tað stuttligt at enda við eini steypafinalu.
Brandur Hendriksson Olsen kom til Fredrikstad veturin 2023 og hann hevur spælt 45 dystir fyri felagið, nú tríggir dystir eru eftir hetta kappingarárið.
Ítróttastjórin í Fredrikstad Joacim Heier sigur soleiðis, um tíðina hjá Brandi Olsen í felagnum.
– Brandur Hendriksson Olsen hevur gjørt eitt flott arbeiði fyri FFK. Hann kom aftur í sína bestu form eftir skaða og hevur verið ein týdningarmikil stuðul bæði á og uttanfyri vøllin. Ein veruligur góður fótbóltsspælari, men sum hevur spælt lutfalsliga lítið í ár. Tí halda vit, at tað er rætt, at okkara leiðir skiljast eftir kappingarárið.
Fram til í summar var Mikkjal Thomassen venjari hjá Fredrikstad, áðrenn hann skifti til svenska liðið AIK. Nú verður Jóannes Bjartalíð einasti føroyingur í Fredrikstad.