,

Brendir møguleikar kostaðu H71 nógv

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

EHF European Cup kvinnur- 3. umfar, fyrri dystur
H71 – AC PAOK 23-31 (10-17)

Evropeiskur dystur varð í kvøld spældur í høllini í Hoyvík, tá ið kvinnurnar hjá H71 spældu dyst í 3. umfari í European Cup móti grikska liðnum PAOK.

Dysturin byrjaði hampuliga javnt, og H71 kom eisini fram um 4-2. Tað sýntist tó at vera eitt sindur av fjáltri í grundspælinum hjá H71, og tað gjørdi millum annað, at PAOK fangaði fleiri bóltar frá H71. Tað førdi til eini fýra griksk skjótálop á rað, og so var brádliga 7-4 til gestirnar. Tað hjálpti hjá H71 at taka leikbrá, og so minkaði munurin aftur.

Tað riggaði best hjá H71 at spæla seg í gjøgnum í høgru síðu, har Elsa Egholm á høgra bakki fleiri ferðir spældi víðari út á høgra vong til Karina Egholm. Tíverri brendi hon eins og fleiri aðrar fleiri skot. Tað gjørdi, at H71 ikki kláraði at fylgja við, og PAOK kom fram um 14-8.

Í verjuspælinum hevði H71 serliga trupulleikar av risustóru Milicu Grbavcevic á strikuni, og stórur partur av grundspælinum hjá teimum snúði seg um at spæla bóltin til hana.

Í hálvleikinum var H71 aftanfyri 17-10, og tey tølini siga okkum, at H71 serliga hevði trupulleikar við at skjóta mál. Tað sást eisini aftur í, at heili 14 skot vóru brend fyri steðgin.

Hoyvíkskvinnur komu á vøllin í seinna hálvleiki við endurføddum hugburði. Verjan arbeiddi hart og tað sá út til at hjálpa. Millum annað eydnaðist at steðga strikuni.

Í álopinum brendi H71 tó framvegis alt ov nógvar møguleikar, og tí nærkaðust tær ikki grikska liðnum, sum alla tíðini helt seg framman fyri við umleið seks málum. 21-14 var til PAOK, tá ið H71 tók leikbrá í 13. minutti.

H71 misti spakuliga takið í verjupartinum, og PAOK kom við kvikum spæli lættliga í gjøgnum og skoraði fleiri mál.

Tað hjálpti nakað hjá H71 at spæla sjey móti seks , og úti á vinstra veingi skoraði Christina Arge fleiri mál. Eisini dugdi Elsa Egholm at fáa bóltin inn um málverjan, tá ið hon í eyðkendum stíli fór ígjøgnum á uttaru síðu á høgra bakki. Tær báðar vóru tær einastu hjá H71, sum kundu verða nøgdar við síni skot í kvøld.

H71 nærkaðist ongantíð aftur PAOK, og endin varð, at gestirnir vunnu 31-23. Tann munurin verður ov stórur at hála inn aftur, tá ið liðini møtast aftur í Hoyvíkshøllini sunnukvøldið klokkan 19.

Samanumtikið vóru tær úr H71 ikki nóg fokuseraðar í kvøld, hvørki í samanspælinum ella í skotunum. Eisini manglaði ferð á í grundspælinum, áðrenn leikararnir bjóðaðu av.

Í verjupartinum var frægari eina løtu í seinna hálvleiki, men tá ið H71 ikki nærkaðist PAOK, so viknaði verjan aftur.

Hóast greiða ósigurin á átta mál, so stóð eftir, at smáir batar í øllum lutum í spælinum hjá H71 helst høvdu ført til eitt munandi betri úrslit.


Ein síðusøga til sjálvan dystin var, at íslendsku dómararnir, sum skuldu døma dystin, ikki lendu í Vágum í dag. Í staðin dømdu føroysku dómararnir Heri Petersen og Thomas Juul Sólbjørnsson Thomsen. Hesa loysn høvdu allir partar góðtikið, eisini PAOK, hóast tað stóð teimum í boði at flyta dystin til í morgin.

Hjá grikska liðnum manglaðu eisini tveir russiskir leikarar, sum ikki kunnu fáa innferðarloyvið til Føroya. Heldur ikki eydnaðist at fáa innferðarloyvið til onkran brasilskan leikara.


EHF European Cup kvinnur- 3. umfar, fyrri dystur
H71 – AC PAOK 23-31 (10-17)

Málskjúttar og leikarar:
Christina Arge 6 mál / 7 skot
Elsa Egholm 4/4
Karina Debes Heinesen 2/3
Karin Egholm 3/5
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 2/5
Maria Hálsdóttir Weyhe 2/10
Lea Sesilia Lava Brockie 1/1
Sofie Kornelius 1/2
Lukka Arge 1/2
Brynhild Pálsdóttir 1/4
Inga Maria Joensen 0/2
Tóra Róadóttir 0/1
Fjóla Skaalum Vilhelm
Elida Joensen
Rúna Jógvansdóttir Larsen (málverji)
Maria Beder (málverji)

Útvísingar: Elsa Egholm og Inga Maria Joensen



H71 legði eftir dystin hesar myndirnar út á Facebook