Ein nevndarfrágreiðing frá einari nevnd í bretska yvirhúsinum hevur gjørt greitt, at bretsk universitet eru ov bundin at peningi frá útlendskum lesandi, og at hvørki stjórnin ella bretski eftirlitsmyndugleikin fyri universitet, The Office for Studends, ger nóg nógv fyri verja móti einari komandi kreppu í bretska universitetsskipanini.
Office for Students gjørdist bretskur eftirlitsmyndugleiki fyri universitet í 2018 og hevur eftirlit við 425 universitetum og øðrum hægri lærustovnum í Stórabretlandi, og skal millum annað tryggja, at universitetini veita nóg góða tænastu til síni lesandi.
Men frágreiðingin frá bretska yvirhúsinum vil vera við, at Office for Students hevur ikki givið sær far um, at bretska univsersitetsskipanin alsamt gerst meira bundin at lestrargjøldum frá útlendskum lesandi.
Lestrargjaldið fyri bretsk lesandi varð fastfryst í 2018 og hevur síðani havt eitt hámark á júst yvir 9.000 pund um árið, og samstundis hava bretsku universitetini mist granskingarinntøkur frá ES, eftir at landið tók seg úr evropeiska samstarvinum.
Men fastfrystingin av lestrargjøldum hjá bretskum lesandi hevur havt við sær, at bretsk universitet hava undirskot av bretskum lesandi, og at tey tí eru bundin av hægru lestrargjøldunum hjá útlendskum lesandi, sigur frágreiðingin.
Í 2017-18 vóru 469.000 útlendsk lesandi í Stórabretlandi, men í 2021-22 var hetta talið vaksið heilt upp í 680.000. Og sambært hagtølunum frá Office for Students vóru 22 prosent teirra úr Kina.
Hóast atfinningarnar frá bretska yvirhúsinum vil Office for Students vera við, at átøk eru gjørd í sambandi við fleiri av atfinningunum, ið frágreiðingin kemur við. Office for Students vil millum annað vera við, at 23 av lestrarstovnunum við flest lesandi úr Kina hava fingið boð um at gera ætlanir fyri, hvussu farast skal fram, um talið á lesandi úr Kina brádliga fellir.
Men frágreiðingin frá yvirhúsinum vil eisini vera, at Office for Students í ov lítlan mun virkar sum óheftar eftirlitsmyndugleiki – sum er endamálið við stovninum – og ov nógv sum eitt amboð hjá stjórnini.