Bretskur miðil: Ferðamannaskip eigur at biðja føroyingar um umbering

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Tað er ikki á hvørjum degi, at útlendskir miðlar verja føroyskt grindadráp, men um vikuskiftið var ein klumma at lesa í enska blaðnum The Spectator, har víst verður á, at heldur enn at biðja ferðafólkini umborð á cruise skipinum Ambition um umbering fyri at vera vitni til grindadráp, eigur reiðaríið Ambassador Cruise Line at biðja føroyingar um umbering.

Tað er bretski journalisturin Ross Clark, ið hevur skrivað klummuna, har hann heldur, at cruise skip eru til nóg stóran ampa í sjálvum sær, og at tað ger bara ilt verri, um manning og ferðafólk koma í land at vera atfinningarsom móti liviháttinum hjá teimum lokalu.

Klumman hjá Ross Clark kemur í kjalarvørrinum av at Ambassador Cruise Line í farnu viku bað ferðafólkini umborð á cruise skipinum Ambition um umbering fyri, at grindadráp fór fram í Havn, samstundis sum at Ambition lá við bryggju.

Ross Clark vísir á, at grindastovnurin er ikki hóttur, og at um endamálið er at avmarka ávirkanina hjá fólki á grindastovnin kring heim, hevði verið rættast at steðga dálking, millum annað frá cruise skipum.

-Mótstøða til hvalaveiðu, soleiðis sum hon fer fram í Føroyum, er bert eitt úrslit av okkara barnsliggjørdu og antropomorferaðu modernaðu verð, har summar verur fáa heilagan status. Hvalirnir eru í teirru støðu, at tað sær út sum at teir smíla, og hetta hjálpir okkum at ímynda teir við menniskjaligum kenslum. Um teir sóu líka býttir út sum ein skribba, høvdu vit kanska ikki verið so skjót at sæð hvalirnar sum heilagar, skrivar Ross Clark.

Ross Clark ger eisini greitt, at bretar høvdu ikki verið fegnir, um hópin av føroyskum ferðafólkum møttu upp uttan fyri sláturhús í Stórabretlandi at finnast at slaktinum av svíni, neyti, seyði og hønum.

-Faktiskt høvdu vit kanska havt hug at biðið tey slept sær aftur til Havnar í ein fart, sigur Ross Clark í The Spectator.