Brian aftur í B36

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Brian Jakobsen fer í ár aftur at spæla fyri B36. Hann hevur skrivað undir sáttmála, sum er galdandi fyri 2025. Tað skrivar B36 á Facebook.

Brian Jakobsen hevur fyrr spælt fýra kappingarár í B36. Árini frá 2019 til 2022 var skálamaðurin álopsspælari hjá B36, áðrenn hann flutti út á Argir at spæla við AB. Í fjør umboðaði hann B68.

Brian Jakobsen er 33 ár, og hann er sambært Faroesoccer skrásettur fyri 199 dystir og 60 mál í bestu deildini.