Brian Riemer nýggjur lands­liðs­venjari hjá Danmark

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Danska fótbóltssambandið DBU boðar í morgun frá, at Brian Riemer er settur í starv sum venjari hjá danska manslandsliðnum í fótbólti.

Brian Riemer hevur áður verið hjálparvenjari í danska stórfelagnum FC København og hjá Thomas Frank í enska felagnum Brentford. Síðan 2022 hevur hann verið venjari hjá belgiska stórfelagnum Anderlecht.

DBU hevur leitað eftir nýggjum landsliðsvenjara síðan í summar, tá ið Kasper Hjulmand eftir EM-endaspælið boðaði frá, at hann gevst eftir fýra ár sum landsliðsvenjari. Í fyrsta umfari skuldi Morten Wieghorst vera fyribils venjari, men hann var varð sjúkrameldaður, og í staðin hevur Lars Knudsen saman við Daniel Agger tikið sær av danska landsliðnum hesar mánaðarnar síðan í summar. Teir báðir halda fram sum hjálparvenjarar, og tað sama ger Morten Wieghorst.

Fyrsti dystur hjá Morten Brimer sum landsliðsvenjari verður 15. novembur heima í Parkini móti ongum minni enn evropameistarunum úr Spania.