Faxe Kondi Steypakappingin Menn
KÍF – H71 21 – 23 (10 – 10)
Fyrri hálvfinaludysturin millum KÍF og H71 í Faxe Kondi Steypakappingini hjá monnum var ein spennandi og intensur dystur, sum endaði við einum sigri til H71 við úrslitinum 21 – 23.
Eftir ein javnan fyrra hálvleik, sum endaði 10 – 10, tók KÍF fyrst leiðsluna í seinna hálvleiki, áðrenn tað síðan var púra javnt meginpartin av hálvleikinum. Frá støðuni 20-20, tá ið fimm minuttir vóru eftir, skoraði Brian Slyne trý mál fyri H71, meðan KÍF bara skoraði eitt. Sostatt vann H71 við tveimum málum, 21-23.
Hjá KÍF skoraði eingin nógv mál í dag. Frægast vóru Tórur Joensen og Emil Nielsen við 4 málum hvør.
Fyri H71 skaraði Brian Slyne burturúr við 12 málum, og Sakaris Sakarisson skoraði 6. Teir báðir skoraðu sostatt meira enn 75 prosent av málunum hjá H71.
H71 hevur nú ein evarska lítlan fyrimun undan seinna dystinum, sum verður spældir í Hoyvíkshøllini klokkan 19.00 leygarkvøldið.
Mynd: Gylvi Fritsson – gylvi.fo
Faxe Kondi Steypakappingin Menn
KÍF – H71 21 – 23 (10 – 10)
Navn á leikarum KÍF:
Emil Nielsen 4
Tórur Joensen 4
Mikkel Vinther 4 [2]
Fríði Weyhe 3
Bárður Dam 2
Tóki Friðriksson 2
Tony Hammer Weyhe 1
Rúni Joensen 1
Rói Borum Davidsen
Karstin í Húsinum
Milenko Jelic Jelkan
Jón Suni Kjærbæk
Rógvi Weyhe
Nicklas Selvig
Dánjal Reinert
Leivur Joensen
Útvísingar:
Tóki Friðriksson: 1
H71:
Brian Slyne 12 [1]
Sakaris Sakarisson 6
Jón Rói M. Høgnesen 2
Jákup Egholm 1
Rókur Ziskason 1
Høgni Heinason 1
Torstein Sivertsen
Louis Christy
Hans Kári Hansen
Ingi Johannesen
Haraldur Karlsson
William Napoleon Djurhuus
Jón Eyðunsson Midjord
Jógvan Andreas Lamhauge
Útvísingar:
Ári Jógvansson Olsen: 1
Høgni Højsted: 1
Rókur Ziskason: 1
Dómarar við Hannis Wardum og Daniel Rapa