Burndeildin menn, 4. FM-finala
H71 – Kyndil 34-31 (19-13)
Menninir hjá H71 vunnu fjóðru FM-finalu í manshondbólti, og harvið verður fimta og avgerandi finalan spæld leygardagin í høllini á Hálsi.
H71 var nógv betri enn Kyndil í kvøld og við stórspælandi Brian Slyne á odda hølvaðu teir Kyndil av. Hoyvíkingar vóru betri í øllum lutum, og bara nøkur løtt mál í endanum pyntaðu um úrslitið hjá Kyndli.
H71 mátti vinna, fyri at Kyndil ikki skuldi gerast føroyameistari í kvøld. Hoyvíkingar tyktist eisini at hava skilt, hvussu støðan var, og frá byrjan setti H71 fulla ferð á, og teir slakkaðu ikki av aftur fyrr enn dysturin var vunnin.
Serliga Brian Slyne var í hopla frá byrjan, og hann streyk gjøgnum verjuna hjá Kyndli sum honum lysti.
Kyndil fekk als ikki verjuna at rigga, og gjøgnum allan fyrra hálvleik skoraði H71 nærum hvørt einasta álop.
Í álopinum hjá Kyndli riggaði leingi millum lítið og einki. William Skovsager og Tobias Thiesen royndu at gera síni mál, men annars var lítið at heinta í Kyndilsálopinum, sum hendan dystin ikki tyktist at hava nóg stóra breidd.
H71 var nakrar ferðir framman fyri við sjey málum, og í hálvleikinum var støðan 19-13.
Í seinna hálvleiki gjørdi Kyndil eina roynd at koma aftur í dystin. Eina løtu riggaði verjan hjá Kyndli og álopið hjá H71 steðgaði eitt sindur upp. Málmunurin kom niður á 23-19, og ávísur spenningur var í dystinum.
Hetta var tó dysturin hjá H71, sum eisini hevði yvirskot at brúka ungar leikarar, sum eru upp aftur yngri enn hinir ungu hoyvíkingarnir. Tað gjørdi, at berandi leikarar sluppu at hvíla seg í løtum, og so vóru teir upp aftur betri, tá ið teir kom inn aftur.
Brian Slyne, sum er uppvaksin í Kyndli, var heilt stóri leikarin. Hann byrjaði, sum nevnt, dystin við nógvum málum, og í seinna hálvleiki tók hann enn eitt tørn og skoraði enn fleiri mál. Eisini Høgni Heinason spældi væl og stýrdi álopinum við toli og kvikleika.
Í verjupartinum gekk Helgi Hoydal gekk fremst, og umframt at vera ein framúr góður verjuleikari, so var eisini stuttligt at síggja, hvussu hann stýrdi verjuni og prátaði við ungu leikararnar, tá ið høvi beyðst. Slíkir leikarar er nógv verdir á einum hvørjum liði.
Endin var, at H71 vann greitt 34-31.
Toppskjútti hjá H71 var dagsins leikari, Brian Slyne, við 13 málum. Hjá Kyndli skoraði Tobias Thisen 12 mál.

FM-finalur í Burndeildini menn
- Fríggjadagur 19. apríl: Kyndil – H71 28-29 (13-12)
- Hósdagur 24. apríl: H71 – Kyndil 31-33 (18-17)
- Sunnudagur 27. apríl: Kyndil – H71 28-23 (17-14)
- Mikudagur 30. apríl: H71 – Kyndil 34-31 (19-13)
- Leygardagur 3. mai: Kyndil – H71, Høllin á Hálsi, kl. 18:00