Bridge: Eysturríki mátti aftur lúta

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Eysturíki lá fyri dystin nummar tvey og í spølni søgdu teir, at teir høvdu enn eitt lítið ”forbannisli” í høvdinum, tá teir møttu Føroyum.

Eftir dystin kundi føroyska liðið smírast erliga og eysturríska liðið royna at smírast, tí enn var støðan tann sama, sum fyri dystin.

Føroyska veteranlandsliðið vann tryggan sigur á Eysturríki og harvið sín annan dyst. Støðan í stigatalvuni røkkur ikki so langt, kortini frøast spælararnir yvir hvønn sigur – og ein móti Eysturríki var kærkomin.

EM-kappingin í bridge verður spæld í Herning Kongressentri og endar hósdagin.