Paul Watson og John Paul De Joria hava eftir øllum at døma ikki longur kós móti Sandavági, men hava heldur snarað vestureftir.
Eygnavitni greiða frá, at bæði Brimil og Tjaldrið komu á Skopunarfjørð eftir John Paul De Joria, og at síggja til royndi Tjaldrið at reka John Paul De Joria vestureftir úr fjørðinum.
Ein grind varð fyrrapartin merkt í Sandavági, og ivaleyst var tað hetta, ið Paul Watson var á veg til.
Á Facebook síðuni hjá Captain Paul Watson Foundation verður gjørt greitt, at tey eru varug við, at grindin í Sandavági varð merkt. Tey gera kortini vart við, at føroyski framferðarhátturin at merkja hvalir er óvanliga stressandi og ágangandi.
Við hendingini í dag er sostatt triðu ferð, at Paul Watson hevur tikið seg inn um 12 fjórðingamarkið, hóast Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur givið honum forboð fyri hesum.
Farna fríggjadag gjørdi løgreglan eina roynd at sleppa umborð á John Paul De Joria, har ætlanin var at samskifta við manning og skipara, umframt at skiparin skuldi skuldsetast fyri at fara inn í føroyskt sjóøki uttan lovyi. Eisini skuldi manningin skuldsetast fyri ikki at geva seg undir innferðareftirlit.
Løgreglan skuldi eisini kalla manningina inn til rættarfund í morgin.
Skiparin á John Paul De Joria, sum altso ikki er Paul Watson sjálvur, vildi ikki geva løgregluni loyvi at koma umborð, og eftirsum at John Paul De Joria lá uttan fyri 12 fjórðingar, var einki, ið løgreglan kundi gera við tað.