Almanna- og mentamálaráðið hevur lagt fram til ummælis eitt lógaruppskot við broytingum í almannapensjónslógini.
Við uppskotinum verður farið yvir til eina meira smidliga skipan, har pensjónin kann tillagast eftir inntøkuni hjá pensjónistinum. Hetta skal minka um stórar eftirrokningar og gera tað lættari hjá teimum, sum hava aðra inntøku aftrat fólkapensjónini.
Ein týðandi broyting er, at pensjónin ikki longur verður goldin frammanundan, men afturúr. Hetta fer at ávirka rættin til pensjón í sambandi við deyða. Í dag verður pensjónin útgoldin fyri mánaðin aftan á deyða, men frameftir fer rætturin at enda við endan av mánaðinum, har pensjónisturin doyr.
Uppskotið inniheldur eisini aðrar smærri broytingar og tillagingar.
Broytingarnar geva landskassanum eina árliga sparing upp á 8 miliónir krónur.
Samgongan ætlar at brúka pengarnar til at betra um støðuna hjá ungum og heimleysum, at seta í verk eina eftirlønarviðbót til fyritíðarpensjónistar, og at hækka markið fyri endurgjald til tey, ið eru heima hjá sjúkum – úr 27.779 krónum upp í umleið 31.000 krónur.