Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur sent uppskot um broytingar í kunngerðunum um norðhavssild, svartkjaft og makrel til ummælis.
Fyri makrel og norðhavssild snúgva broytingarnar seg fyrst og fremst um at dagføra endaligu kvoturnar fyri 2023.
Í makrelkunngerðini er eisini ein broyting, at góð 54.000 tons av ófiskaðari makrelkvotu í 2022 verða flutt til at vera fiskað í ár.
Flutta nøgdin verður latin skipum sum felagskvota við hámarki. Hámarkið fyri hvørt skipið er 4.500 tons.
Øll, sum hava makrelrættindi í 2023, kunnu fáa loyvi at fiska av felagskvotuni treytað av, at allar eginkvotur av makreli, tillutaðar sambært kunngerðini í 2023, eru fiskaðar.
Harafturat eru reglurnar, sum loyva skipum at flyta upp til tíggju prosent av norðhavssild, svartkjafti ella makreli millum ár, dagførdar.
Uppskotini eru til ummælis fram til 9. juni 2023 og møguligar viðmerkingar skulu sendast til fisk@fisk.fo í seinasta lagi 9. juni 2023, klokkan 12.
Uppskotini liggja her á síðuni undir “Uppskot til ummælis”.
Umsóknarfreistin til vinnuligar fiskiroyndir longd
Sambært galdandi kunngerð um fiskiskapin eftir norðhavssild í 2023 er umsóknarfreistin at søkja um kvotu til vinnuligar fiskiroyndir eftir norðhavssild ásett til klokkan 16, fríggjadagin2. juni 2023.
Fyri makrel er freistin ásett til klokkan 16, fríggjadagin, 16. juni 2023.
Uppskot um at gera broytingar í kunngerðunum um at skipa fiskiskapin eftir norðhavssild og makreli eru send til ummælis.
Sambært hesum uppskotum verða tøku kvoturnar broyttar. Tí er avgerð tikin um at útseta umsóknarfreistina til eftir, at nýggju kunngerðirnar eru lýstar.
Nýggjar umsóknarfreistir fyri at søkja um kvotu til vinnuligar fiskiroyndir verða ásettar skjótast gjørligt eftir, at kunngerðirnar eru lýstar.