Broytt byggisamtykt skal geva pláss fyri vindmyllum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Sands kommuna fer at broyta byggisamtyktina. Talan er um serreglur, sum heimila og skipa uppseting av vindmyllum, tænastuøkjum, tilkoyring og vegir á økinum.

Broytingin varð samtykt á bygdaráðsfundi 4. juli og fevnir um eitt nýtt øki undir F-økinum, nevnt F1 – Landbúnaður. Í hesum øki verður loyvt at seta upp vindmyllur og knýta tilhoyrandi vegir og tænastur.

Kortskjalið fyri almennu byggisamtyktina verður broytt, so at partar av hagapørtunum matrikkul nrummar 388a, 389b og 399 verða flutt frá øki F til øki F1.

Kommunan sigur, at tilfar, sum lýsir broytingina, liggur frammi á kommundskrivstovuni frá 8. til 15. juli.

Møgulig mótmæli ella uppskot skulu latast Sands kommunu skrivliga í seinasta lagi 15. juli.