Granskarar á Massachusetts Institute of Technology í USA hava við skapandi vitlíki ment tvey nýggj antibiotika, sum í royndum kláraðu at drepa mótstøðuførar bakteriar móti millum annað gonoré og MRSA.
Proffessarin James Collins sigur sambært BBC, at roydirnar vísa, at skapandi vitlíki kann brúkast til at menna heilt nýggj antibiotika.
Vitlíki leitaði gjøgnum 36 milliónir evnafrøðiligar sambindingar, eisini slíkar, sum ikki eru uppdagaðar enn, og bygdi síðan mýl atom fyri atom.
Men vegurin til nýtslu er langur. Tað kann taka eitt til tvey ár at gera klárt til kliniskar royndir, og einki er víst.
Andrew Edwards frá Imperial College sigur, at vitlíki kann hjálpa okkum at finna mýl upp ein ein skjóttan og bíligan máta. Men framvegis má tunga royndararbeiðið gerast.
Av 80 gonoréviðgerðunum, sum vitlíki menti, vóru bert tvær, sum kundu gjøgnumførast.