Brúkaraprístalið vaksið við 7,7 prosentum

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Seinasta árið er brúkaraprístalið vaksið við 7,7 prosentum í miðal.

Tað sigur Landsbankin í dag.

Brúkaraprístalið verður brúkt sum eitt mát fyri inflatión, og um hugt verður eftir, hvør munurin er á brúkaraprístalinum frá fyrsta ársfjórðingi í 2022 til fyrsta ársfjórðing í 2023, sæst, at brúkaraprístalið í hesum tíðarskeiðnum er vaksið við 8,3 prosentum.

Landsbankin vísir á, at ymsu fíggjarpolitisku hjálparpakkarnir undir koronukreppuni elvdu til øktan eftirspurning, samstundis sum at útboðið ikki megnaði at fylgja við orsakað av veitingartrotið, og hetta hevur sett prísirnar undir trýst.

Russiska innrásin í Ukraina hevur síðan elvt til uppaftur størri trýst á prísirnar á orku og rávørum, sum so aftur hevur dýrkað matvørur og aðrar framleiddar vørur, sum vit í Føroyum keypa úr ilum øðrum Evropa.

Landsbankin sigur, at fløskuhálsarnir á útboðssíðuni eru komnir upp á pláss, og tað er í størri mun eftirspurningurin, sum skapar inflatiónina.

-Økti eftirspurningurin kemur av, at bæði tjóðbankar og stjórnir ahva ført sera lagaligan penga- og fíggjarpolitikk orsakað av Covid-19, sigur Landsbankin.

Hækkandi prísir merkir, at borgarin fær minni fyri sína løn, sum aftur ger, at vinnan kann koma at merkja ein lækkandi eftirspurning eftir vørum og tænastum. Hetta kann viðvirka til at tálma búskapin, men føroyski búskapurin var frammanundan væl fyri, og flestu føroysku húsarhaldini hava eitt gott fíggjarligt mótstøðuføri til at møta hesum stoyti.

Føroysku húsarhaldini hava havt veksandi reallønir seinasta áratíggju meðan inflasjónin hevur verið lág, men økta inflasjónin hevur tó minkað um henda reallønarvøkstur síðani miðjan 2021, sí mynd 2. Økta prísstøðið rakar øll, og harðast tey húsarhaldini, ið hava lágar inntøkur.