Stýrið fyri menningarstovuna Visit Vágar hevur sett Bryndis í Dali sum nýggjan leiðara fyri Visit Vágar. Bryndis í Dali kemur at standa fyri arbeiðinum at menna ferða- og upplivingarvinnuna í Vágum og Mykinesi.
Bryndis í Dali er 30-ára gomul, ættað úr Havn, men er búsitandi í Miðvági. Bryndis í Dali er útbúgvin BA í søgu og hevur ein kandidat í altjóða ferðavinnu frá Aalborg Universitet.
Bryndis í Dali kemur úr starvinum leiðari á Visit Sandoy, har hon hevur starvast seinastu trý árini.
-Talan er um eitt fjølbroytt og sjálvstøðugt starv á einum vinnuøki í stórari menning sum Bryndis nú skal standa á odda fyri. Hon hevur royndir við at arbeiða strategiskt og at leggja ætlanir. Hon er von við at samskifta og at samstarva við nógvar ymiskar aktørar í samfelagnum, er diplomatisk og áhaldin, sigur stýrið fyri menningarstovuna Visit Vágar.
Høvuðsuppgávan hjá Bryndis í Dali verður at menna ferða- og upplivingarvinnuna í økinum á burðardyggan, sosialan, umhvørvisligan og fíggjarligan hátt, og endamálið er, at sum mest liggur eftir í lokaløkinum.
Hetta merkir eitt nú at taka stig til, kveikja og leggja lag á at menna nýggjar og verandi tænastur og upplivingar í økinum, og at støðugt dagføra og nútíðargera hættir at samskifta og marknaðarføra.
-Fakligu førleikarnir, royndirnar og persónligu eginleikarnir hjá Bryndis passa væl til persónin, sum stýrið fyri Visit Vágar hevur leitað eftir, og sum kann halda fram á tí leið, sum varð løgd fyri Visit Vágar, tá farið varð frá at vera ein kunningarstova til eina meinningarstovu, sigur stýrið fyri menningarstovuna Visit Vágar.
Bryndis í Dali byrjar í starvinum tann 1. juni 2023.