Dánial Hoydal er stjóri og ein av stovnarunum av fyritøkuni Faer Isles Distillery, sum fyrr í ár fór undir framleiðslu av whisky. Í sendingini Búskapur & Vinna á Rás 1 í Televarpinum í kvøld er Dánial gestur í sendingini, har hann millum annað avdúkar, at unga íverksetarafyritøkan í næstum fer at bjóða partabrøv til almenningin.
Hóast fyritøkan hevur enn til góðar at selja sínar fyrstu fløskur av whisky, tá whiskyframleiðsla tekur í minsta lagi trý ár, hevur leiðslan í fyritøkuni virðismett seg sjálva fyri 150 milliónir krónur. Hetta framgongur av kunningartilfari, sum leiðslan hevur gjørt í sambandi við, at fyritøkan í næstum fer at bjóða verandi og nýggjum partaeigarum at tekna partapening. Partabrøv fyri upp til 15 milliónir krónur skulu seljast, svarandi til tíggju prosent av fyritøkuni. Av tí at partabrøvini verða boðin út alment skal prospekt gerast, ið skal undangóðkennast av danska fíggjareftirlitinum. Tann tilgongdin er í gongd.
Í sendingini undrast Johnny í Grótinum, vertur, yvir høgu virðismetingina av Faer Isles Distillery upp á 150 milliónir krónur. Dánial Hoydal vísir á skjótt vaksandi eftirspurningin eftir hágóðsku whisky og sereyðkennini við føroyskum whisky lagra í føroyska opnahjallinum, sum nakrar av grundgevingunum fyri høgu sølutølunum, sum liggja til grund fyri høgu virðismetingini av felagnum. Longu í ár búsketterar fyritøkan við yvirskoti grundað á søluna av hinum vørunum og whisky á tunnu, og tað er sambært Dániali ein stórur fyrimunur.
Faer Isles Distillery hevur allan heimin sum marknað fyri sínum vørum, men byrjaði bókstaviliga á berum fyri bert trimum árum síðan, tá fyrstu tekningarnar til nýggja destillaríið blivu kunngjørdar. Íløgur eru nú gjørdar fyri yvir 40 milliónir krónur í bygningar, útgerð og vørugoymslu. Gin, vodka og akvavitt eru nú á vøluhyllini, men fyrr í ár bleiv framleiðslan av whisky eisini sett í gongd.
Nevndarformaður í Faer Isles Distillery er navnframi íverksetin Heini Zachariassen, stovnari og fyrrverandi stjóri í Vivino, sum stendur fyri heimsins mest brúktu vín-app. Bogi Karbech Mouritsen stovnaði saman við Dániali Hoydal fyritøkuna Faer Isles Distillery fyri nøkrum árum síðani, tá hann eisini bleiv fyrsta starvsfólki í fyritøkuni, sum helt til í Hugskotinum í Havn fyrstu tíðina.
Eitt brot úr samrøðuni sæst her.
Evnið í sendingini Búskapur & Vinna hesa vikuna er nýskapan og íverksetan innan brennarí og bryggjarí í Føroyum. Umframt Dánial Hoydal verður Johannes Jensen eisini gestur í sendingini. Johannes er ein av stigtakarunum og stovnarunum av nýggja mikrobryggjaríinum OY, sum hann kemur at greiða frá í sendingini. Tær báðar smáu fyritøkurnar hava tað til felags, at tey hava ein breiðan skara av partaeigarum, sum hava sett váðafúsa fígging í fyritøkurnar báðar.
Sendingin Búskapur & Vinna verður at síggja á Rás 1 hjá Televarpinum í kvøld klokkan 20 og 22.
Í komandi viku verður sendingin eisini tøk sum netvarp á heimasíðuni hjá Televarpinum, www.tv.fo, har fyrstu 17 sendingarnar eisini eru tøkar.