,

Bústaðareindir vorðnar spekulasjónsobjekt fyri einstaklingar

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Hans Jacob Thomsen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, heldur at stórur áhugi er fyri bústaðareindum til spekulasjón ger, at prísurin hækkar, og harvið gerst tað uppaftur truplari hjá teimum, ið skulu seta føtur undir egið borð.

Tí spyr hann landsstýriskvinnuna í bústaðarmálum, Margit Stórá, um hon ætlar at seta tiltøk í verk, sum forða fyri, at einstaklingar keypa fleiri bústaðareindir til íløgur og leigu.

Hans Jacob vísir á, at tað í dag er møguligt hjá einstaklingum at keypa fleiri eindir, og at hetta kann hava keðiligar avleiðingar fyri bústaðarmarknaðin.

Hans Jacob Thomsen spyr landsstýriskvinnuna, hvussu nógvar bústaðareindir eru ogn hjá privatum fyritøkum og ogn hjá eigarum við fleiri eindum, hvussu býtið er kring landið, og um ætlanir eru um at minka lutfallið av vinnuligum eindum.