,

Bústaðir selur íbúðir sum lutaíbúðir

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Bústaðir boðar frá at bústaðarfelagið fer undir at selja 44 nýggjar íbúðir við Dalavegin í Havn sum lutaíbúðir. Hetta verður gjørt eftir drúgt ynski frá fólki um at kunna ogna sær slíkar bústaðir, líknandi sum í øðrum londum.

Íbúðirnar eru í ymiskum støddum, og keypsprísurin er grundaður á samlaða kostnaðin fyri verkætlanina, sum er uml. 168,75 milliónir krónur, umframt mett virði av grundøkinum. Prísirnir liggja millum 2,75- og 4,9 milliónir krónur.

Tey, sum longu eru leigarar ella limir hjá Bústøðum, fáa framíhjárætt at keypa. Eftir tríggjar vikur verða íbúðirnar, sum ikki eru seldar, settar alment til sølu í samstarvi við Skyn.