,

Bústaðir siga fólki upp

Skrivað

Árni Gregersen

Dagfesting

Almenna felagið Bústaðir hevur fyrrapartin sent ein part av starvsfólkunum heim og sagt tey úr starvi.

Talan er um tvey fólk á fíggjardeildini, ein byggifrøðingur, eitt skrivstovufólk og tríggir húsavørðar, sum eru uppsøgd.

Tað er nýggi stjórin í felagnum, Jógvan Ósá, sum hevur sagt fólkunum upp.

Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa samband við Bústaðir, stjóran ella Teit Samuelsen, nevndarformann.