Bústaðir steðgar á

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Bústaðir steðgar nú á við fleiri verkætlanum, tí tað er ov dýrt at byggja í Føroyum. Stjórin í Bústøðum, Jógvan Ósá, sigur við Kringvarpið, at fyribils verður steðga við tveimum verkætlanum, tí tað er ov dýrt at byggja.

Í ársfrágreiðingini fyri 2024 varð annars skrivað, at vegna stóra eftirspurningin eftir leigubústøðum skuldu nýggjar verkætlanir byrja í seinnu helvt av 2025. Men veruleikin í dag er ein annar. Prísurin er ov høgur í tveimum verkætlanum, og farið verður ikki víðari við teimum.

Nú arbeiðir Bústaðir bara við tveimum verkætlanum. Tað er at gera Eiragarð um til lestraríbúðir og at byggja íbúðir á Argjahamri.

Samstundis bíðar stovnurin eftir, at politiska ætlanin um Eirargarð-2 kemur ígjøgnum teknisku og fyrisitingarligu avbjóðingarnar.

Harumframt stendur Bústaðir við 44 íbúðum við Dalavegin í Havn, sum skulu seljast sum lutaíbúðir fyri at útvega pengar til nýggjar verkætlanir. Men higartil eru bara fýra íbúðir seldar.