,

Byggja heimsins størsta fóðurflaka

Skrivað

Búi Tyril

Dagfesting

Tøknifyritøkan GroAqua og alirisin Bakkafrost hava skrivað undir sáttmála um at byggja heimsins størsta fóðurflaka. Sáttmálin er partur av størsta ordra nakrantíð fyri tøknifyritøkuna.

Fóðurflakin verður ómannaður og fer at taka 1.100 tons av fóðri og fer at hava 24 fóðurlinjur og verður harvið heimsins størsti í fóðurgoymslu og tali á fóðurlinjum, upplýsir GroAqua.

“Við hesum er møguligt at fóðra 24 aliringum samstundis,” sigur tøknifyritøkan í Kambsdali.

“Fóðurflakin verður útgjørdur við okkara n‎‎‎ýggjastu tøknini hjá GroAqua á Kambsdali, sum ger at fóðurflakin verður ómannaður.”

Talan er um størsta sáttmálan sum GroAqua nakrantíð hevur gjørt, tí fóðurflakin er annar av tveimum fóðurflakum, sum GroAqua skal byggja fyri Bakkafrost á hesum sinni.

“Vit hjá GroAqua eru errin av at hava gjørt eina søguliga avtalu við Bakkafrost um at byggja tveir stórar fóðurflakar,” sigur Ólavur Thomsen, sum vegna GroAqua arbeiðir við hesi verkætlan.

“Verkætlanin vekir ans uttanlands tí talan er um slóðbrótandi fóðurflakar í mun til støddina og tøknina umborð,” sigur Ólavur Thomsen.

GroAqua í Pólandi, dóttirfelag hjá GroAqua í Føroyum, stendur fyri byggingini av fóðurflakunum saman við starvsfólkum í Føroyum. Flakarnir skulu verða lidnir til komandi summar.

GroAqua hevur høvuðssæti á Kambsdali umframt feløg í Pólandi, Skotlandi og í Norra. 100 fólk starvast í samtakinum.