Býlisstuðul er á veg

Skrivað

Jónas Ákason

Dagfesting

Nógv hevur seinastu árini verið tosað um eina bústaðarkreppu.

Tað eru ov fá býli í Føroyum til okkum sum her búgva, bæði tí vit eru so mong fleiri enn vit vóru, men eisini tí bústaðarmynstrið í landinum er so nógv broytt.

Løgmaður segði, at málið nú er, at vit í 2030 skulu hava 2000 fleiri búeindir enn vit hava í dag.

Hann vísti á, at bæði Bústaðir og kommunurnar hava fingið nøkur amboð sum kunnu seta ferð á nýbygging.

-Í heyst fara vit undir at gera skrivstovurnar á Eirargarði til á leið 50 bíligar leigubústaðir til ungfólk, sum lesa ella læra. Við tíðini kann Eirargarður gerast okkara Oyrarsund, segði løgmaður.

Í sambandi við, at tað er dýrt bæði at byggja, keypa og leiga boðar løgmaður eisini frá, at býlisstuðul er á veg. Hann segði:

-Tey, sum tó hava tað tyngst á bústaðarmarknaðinum, eru tey, sum einki eiga og mugu leiga. Hesi skulu fáa leigustuðul, ið verður knýttur at inntøkuni.

-Hetta fer at bøta um sosialu javnvágina á bústaðarmarknaðinum. Um gerandisdagin hjá teimum, sum hava tað truplast. Og um møguleikan at búseta seg í Føroyum.

-Landsstýrið arbeiðir við at finna fíggingina, og uppskotið verður latið tinginum í heyst, segði løgmaður.