Býráðslimur harmast at Tórshavnar Ítróttarráð fer í søguna

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Á býráðsfundi í Tórshavnar kommunu í gjár var avtøka av Tórshavnar ítróttarráð til viðgerðar.

Eftir viðgerðina varð atkvøtt at taka ítróttarráðið av, og tað var tað greiður meiriluti fyri.

Tó var tað ein býráðslimur, ið atkvøddi ímóti, og tað var býráðslimurin fyri Tjóðveldi, Annika Olsen.

– Eg óttist, at ítróttarandin hvørvur úr Ólavsøkuni, og at hon fer at vera drivin av politiskum raðfestingum og áhugamálum umframt av handilsligum dispositiónum, skrivar Annika Olsen á sínum politiska Facebook-vanga.

Tað vóru fimm fólk í nevndini í Tórshavnar Ítróttarráð, men tað hevur víst seg at vera torført at manna nevndina. Hon hevur tí verið undirmannað seinastu árini, og tá áhugi ikki var fyri at koma í nevndina, valdi nevndin at leggja frá sær.

– Haldi, at býráðið ístaðin átti at styrkt Tórshavnar ítróttarráð og gjørt alt, hvat man politiskt var mentur at varðveita hetta søguliga ráð, ið hevur staðið fyri Ólavsøkuni tey síðstu mongu áratíggjuni. Harmiligt, at Tórshavnar ítróttarráð nú er farið i søguna, heldur hon.

Tórshavnar Ítróttarráð stóð millum annað fyri ólavsøkutiltakinum á Skálatrøð í fleiri ár, har ágóðin frá hesum fór til ítróttarfeløgini í Tórshavnar kommunu. Hóast tað kanska ikki gav nógv til tey størru feløgini, so var hetta eitt gott íkast hjá smærri ítróttarfeløgunum í Havn.

Tað eru ítróttarfeløg í Tórshavnar kommunu, sum vóru limir í Tórshavnar Ítróttarráð, sum nú fer í søguna.

Tórshavnar Ítróttarráð varð sett á stovn í 1940.