– Eg vildi verið vónbrotin, um vit ikki rættiliga skjótt kundu komið við munagóðum tilmælum.
Tað segði Ben Arabo, formaður í nýskipanarnevndini í tíðindunum á FM1 á middegi.
Talan er um eina nevnd við átta limum, og nevndin skal í felag verða samd um tilmælini.
– Smalka ella broyta almennu fyriskitingina, tað má tíðin vísa. Tað skal nevndin blíva samd um. Men tað er nærliggjandi at byrja í toppinum, tá man skal hyggja eftir haldføri í almennu skipanini, segði Ben Arabo.
– At byrja í botinum og so at fara uppeftir, er ikki væl egnað, heldur Ben Arabo.
Nevndin fær hjálp frá nýskipanarskrivstovuni, ið verður skipað sum deild í Fíggjarmálaráðnum við serkønum starvsfólki í talgreining, løgfrøði og stjórnmálafrøði. Skrivstovan skal stuðla nevndini við greiningum og fakligari ráðgeving.
Nevndin er mannað við óheftum fakfólkum, sum eru vald eftir tilmæli frá politisku flokkunum.
- Ben Arabo, stjóri í Framtaki (formaður)
- Marita Rasmussen, stjóri á Havstovuni
- Heri á Rógvi, stjóri í Lóðri
- Hjørdis Gaard Lailudóttir, stjóri í Movera
- Óluva Klettskarð, undirvísari á Miðnámi á Kambsdali
- Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum
Umframt omanfyrinevndu eru John Rajani, løgmansstjóri, og Bjarni Askham Bjarnason, aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum, eisini partur av nevndini.