Carlos Alcaraz steðgaði Djokovic

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Spanski Carlos Alcaraz er nú tvífaldur grand slam meistari, eftir at hann í gjár vann Wimbledon finaluna móti Novak Djokovic.

Eftir eina sera ivasama byrjan, har Djokovic sannførandi vann fyrsta settið, kom Alcaraz sterkt aftur og vann dystin við settúrslitunum 1-6 7-6 6-1 3-6 og 6-4.

Tað var kanska serliga í triðja setti, at Alcaraz vísti síni kynstur, og Djokovic tóktiskt tá fullkomiliga at hava uppgivið at vinna stig í settinum, og vildi kanska heldur spara kreftirnar til fjórða settið.

Men hóast Djokovic kom aftur í fjórða setti og vann tað 3-6, so var tað ferð eftir ferð eftir ferð, at Djokovic stóð gánandi eftir at halda seg hava sligið ein vinnara, bara fyri at síggja bóltin súsa framvið aftur á egnari hálvu.

Djokovic hevði ætlanir um at vinna Wimbledon fyri 8. ferð fyri soleiðis at liggja á jøvnum við metið hjá Roger Federer, og útlitini vóru eisini góð, tí umframt at hava vunnið seinastu fýra árini, hevði Novak Djokovic heldur ikki tapt ein dyst á Centre Court síðan 2013.

20-ára gamli Alcaraz var tó betri spælarin, og við meistaraheitinum frá US Open í fjør er Alcaraz nú tvífaldur grand slam meistari.