Í gjárkvøldið vann Girona 4-2 á Real Madrid. Argentinski áleyparin, “Taty” Castellanos, skoraði øll málini fyri Girona. Tað er fyrstu ferð, at sami leikari hevur skotið fýra mál ella fleiri ímóti Real Madrid, síðani Esteban Echavarría í desember 1947 skoraði fimm mál fyri Real Oviedo í 7-1 sigrinum.
Undan kappingarárinum flutti katalanska felagið Girona Futbol Club upp í bestu sponsku deildina, La Liga. Søguliga hevur felagið altíð hoyrt til lægru deildirnar, men seinastu árini hevur felagið havt viðgongd og spælir nú triðja árið í bestu deildini (2017-18, 2018-19 og 2022-23).
Tann 23. august 2017 keyptu City Football Group og Girona Football Group hvør síni 44,3% av felagnum. Talan er um tveir haldfelagsskapir (felagsskapir, sum eiga í øðrum og hava ávirkan, uttan t.d. at reka handil ella framleiða). City Football Group eigur eisini í New York City FC, sum hevur lánt “Taty” Castellanos út til Girona fyri hetta kappingarárið.
Summarið 2021 varð fyrrverandi spanski ungdómsleikarin, Michel, settur í starv sum høvuðsvenjari. Hann hevði ført bæði undanfarnu feløg síni, Rayo Vallecano og Huesca, upp í La Liga. Hansara fótbóltslívsrensl varð eisini pyntað við 4-2 sigrinum á Champions League vinnaranum.
Hóast tapið fyri Girona, so er Real Madrid framvegis á 2. plássi við 65 stigum, tó ellivu stig aftan fyri Barcelona, meðan Girona liggur á einum frálíkum 9. plássi við 41 stigum.